Tey foreldur, sum hava børn í frítíðarsskúla, barnagarðinum og vøggustovuni hjá Vágs kommunu, fáa væntandi eina jólagávu frá býráðnum aftur í ár. Og tað er, at tey sleppa undan at rinda ansingargjald fyri desember mánað.
Barna og ungdómsnevndin samtykti einmælt í gjárkvøldið, at einki ansingargjald verður í jólamánaðinum.
Vágs býráð sigur í eini fráboðan, at í samband við at Vágs kommuna aftur hevur fingið væl meira inn í skatti í ár, eins árið frammanundan, verður einki ansingargjald kravt fyri jólamánaðin.
Inntøkurnar av skatti hava verið framúr góðar í ár, har Vágs Kommuna fer at hava nakrar milliónir krónu eftir í ár, enn mett var frammanundan, sigur Levi Mørk, formaður í barna og ungdómsnevndini.
- Sjálvandi skulu okur verja um okkara foreldur, sum hervið fáa ein litlan bata til jólar eins tey fingu í fjør. Okur vita jú at nógv er at gjalda í jólamánaðinum frammanundan, sigur Levi Mørk
Enn vantar tó ein viðgerð í fíggjarnevndini og síðan skal málið viðgerast í býráðnum seinni í mánaðinum. Í fjør var sama uppskot einmælt samtykt í býráðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald