Innanlands

Smábátur bar við land

Báturin hevði tikið vatn inn og var um at søkka, men arbeiðsbáturin hjá Tjaldrinum kom honum til hjálpar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-15 08:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár varð boðað frá, at ein smábátur hevði borið við land á molanum í Havn, og at hann hevði tikið somikið av vatni inn, at hann var um at søkka.

Maðurin, sum var einsamallur í bátinum, slapp úr bátinum og royndi at halda honum uppi, inntil Tjaldrið kom honum til hjálpar.

Arbeiðsbáturin hjá Tjaldrinum sleipaði bátin inn á Álaker.

Hví báturin bar við land og var um at søkka er ógreitt, men í slíkum førum verður kannað, um rúsdrekki var uppií, men tað var tað ikki, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at báturin ikki hevði nakrar sjónligar skaðar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder