Innanlands

Smábátur í Sundalagnum maskintrupulleikar

Tjaldrið sendi hjálp á staðið, men áðrenn hjálpin kom fram, var ein útróðrarbátur komin smábátinum til hjálpar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-10-20 06:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin í gjár fekk ein smábátur maskintrupuleikar í Sandalagnum. Tað skrivar Vørn á heimasíðuni.

Tjaldrið lá á Toftum, og sendi skjóttgangandi Nósa avstað, men áðrenn báturin kom fram, hevði ein útróðrarbátur sleipað bátin til bryggju í Hvalvík.

Eini tími og eitt korter gekk frá at skiparin á smábátinum boðaði Vørn frá maskintrupulleikunum, til báturin lá við bryggju í Hvalvík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder