Innanlands

Smádreingir drukku sýru: Hava tað gott í dag

Teir báðir dreingirnir, sum fyri einum góðum mánað síðani drukku sýru vóru hepnir. Annar lá í respiratori

Símun Christian Olsen og Ruth Mohr Olsen saman við 6 ára gamla soninum

Símun Christian Olsen og Ruth Mohr Olsen saman við 6 ára gamla soninum

2020-09-19 20:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað sá einki út og mundi kostað lív, men í dag hava dreingirnir tað gott. Tveir seks ára gamlir dreingir í Gøtu gjørdust fyri einum góðum mánað síðani freistaðir av einari fløskum, har innihaldi líktiskt leskidrykki.

Men innihaldið var meyrusýra, sum man vanliga brúkar til súrhoyggj, og er vandamikið at fáa í seg.

Símun Christian Olsen og Ruth Mohr Olsen, foreldur at øðrum dreinginum greiddu frá hendingini í Góðan morgun Føroyum gjáramorgunin.

Tá funnið var útav, hvat var á vási, gjørdu tey rundan um dreingirnar skjótt av, og dreingirnir vórðu fluttir á sjúkrahús í Klaksvík. Her fingu tey skjótt uppsorað hvat dreingirnir høvdu drukkið, og góvu teimum mótgift.

Tað var serliga hjá soni Símun Christian Olsen og Ruth Mohr Olsen, at tað var álvarsligt, men hann slapp væl frá hendingini.

- Vit hugsaðu bæði, meðan hann lá í respiratori, at vit vóru takksom fyri at hava átt hann í seks ár, men skundaðu okkum at skúgva tankarnar burtur aftur, sigur Ruth Mohr Olsen.

- Eg vil undirstrika hvussu skjótt og væl alt gekk. Tað at tær fyrstu avgerðirnar vórðu tiknar, tað at vit fara til Klaksvíkar, og til at øll vóru klár har. Til at finna útav hvør átti sýruna, og til MBM, sum fann útav hvat hetta var fyri nakað og hvat var í, greiðir Símun Christian Olsen frá.

Seks ára gomlu dreingirnir fingu einki varandi mein av hendingini.

Hoyr rørandi samrøðuna her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder