2020-08-14 07:57
Bæði sjúkrabilar og tyrla vórðu send til eina bygd í Eysturoynni í gjár, tá fráboðan kom á 112 um, at tveir smádreingir undir skúlaaldur høvdu fingið sterkan løg niður í seg.
Sum skilst hava dreingirnir verið freistaðir av eini fløsku, har innihaldið líktist leskidrykki, men talan var um meyrusýru.
Støðan var álvarslig, dreingirnir vórðu í skundi fluttir til Landssjúkrahúsið til viðgerðar.
Vakthavandi á løgreglustøðini veit í morgun ikki hvussu støðan hjá dreingjunum er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald