Innanlands

Smittan í Føroyum er framvegis avbyrgd

Tey bæði smittaðu, sum vórðu funnin í gjár, vóru í sóttarhaldi

Anette Lykke Petri, virkandi landslækni (Savnsmynd)

Anette Lykke Petri, virkandi landslækni (Savnsmynd)

2020-04-23 10:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tey bæði fólkini, sum í gjár vórðu funnin smittað við korona, hava ikki verið í sambandi við aðrar persónar í Føroyum.

- Smittan her á landi er tí framvegis avbyrgd. Tað segði Anette Lykke Petri, virkandi landslækni, við Kringvarpið í morgun.

Persónarnir hava báðir fingið staðfest smittuna meðan tey sótu báðir í sjálvbodnum sóttarhaldi.

Sambært landslæknanum fáa hesir tilburðirnir ikki myndugleikarnar til at broyta tilmælini viðvíkjandi korona.

- Tað hevur framvegis týdning at fylgja tilmælunum um at halda frástøðu, og taka boðini um at fara í sóttarhald í álvara, segði Anette Lykke Petri við útvarpið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder