
Í vikuskiftinum lá dagliga smittutalið á ávíkavist 63 og 67, men fyri mánadagin 1. november var tað nakað hægri - 76.
Hetta vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Tað, at talið er hægri, hongur eisini saman við, at heili 3.763 kanningar vórðu gjørdar í gjár.
Av tí at júst 76 fólk, sum vórðu smittaði í oktober, síðani í gjár eru farin av yvirlitinum sum skrásett smittað, stendur smittutalið í stað á 729.
Í oktober vórðu yvir 1.000 koronusmittutilburðir staðfestir í Føryum. Farsóttarnevndin hevur fund í dag um støðuna.
Talið av innløgdum er farið frá ellivu niður á tíggju. Meira um hetta um eina løtu.
Les eisini:
Koronukanningarnar fluttar í Skúlan á Argjahamri
Sjúkrahúsverkið tillagar virksemi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald