Innanlands

SMS økti um avlopið

Fyrsti roknskapurin hjá SMS-samtakinum við nýggju eigarunum. Avlopið var 21,9 mió

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-07-06 21:28 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Tað var kendi vinnulívsmaðurin Hans Mortensen, sum tá var høvuðsstigtakarin og stóri. Síðani hevur sonurin Niels Mortensen í mong ár verið stjóri og eigari saman við P/F Farcod við Mortan Johannesen. S.M.S. er vaksið nógv síðani stovnanina og staðfestast má, at tað hevur gingið sera væl síðstu mongu árini við rakstrinum og íløgunum.

Í oktober í fjør var kunngjørt at børsnoteraða íslendska samtakið Hagar hf, hevði keypt 100 prosent av partapeninginum í P/F S.M.S.  Tískil er hetta fyrsti roknskapurin hjá P/F S.M.S. við útlendskum eigarum.

Niðanfyri viðgera vit samtaksroknskapin (kosernroknskapin) hjá P/F S.M.S.

Rakstraroknskapurin
Roknskapurin hjá P/F S.M.S. vísir, at nettosølan øktist úr 690 mió.kr. í 2023 til 715 mió.kr. í 2024, sum er ein vøkstur á 3,6 proent.

[object Object]

Samlaðu starvsfólkakostnaðirnir í 2024 vóru 131,9 mió.kr. og samanlagt starvaðust 314 fólk í samtakinum í 2024.

Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2024, eisini nevnt Ebidta, var 62,0 mió.kr., sammett við 56,2 mió.kr. í 2023, sum gevur ein vøkstur í rakstrarlønseminum á 10,3 prosent.

[object Object]

Ársúrslitið eftir skatt hjá P/F S.M.S. í 2024 var eitt avlop á 21,9 mió.kr. sammett við 12,3 mió.kr. í 2023. Vøksturin var tí 9,6 mió.kr. ella heili 78 prosent.

Fíggjarstøðan
Fíggjarjavnin hjá S.M.S. P/F samtakinum var 417,9 mió.kr. í 2024, sammet við 427,7 mió.kr. í 2023.

[object Object]

Støðisognirnar minkaðu nakað úr 312,6 mió.kr. í 2023 til 296,6 mió.kr. í 2024.

Ogn í umferð øktist úr 115,1 mió.kr. í 2023 til 121,3 mió.kr. í 2024.

S.M.S: P/F er væl fyri fíggjarliga. Eginognin við árslok 2024 var 150,9 mió.kr. sammett við 140,1 mió.kr. í 2023. Trygdarevnið í 2024 var 36,1 prosent sammett við 32,8 prosent.

[object Object]

Langfreistaða skuldin hjá P/F S.M.S. er fallin úr 153,2 mió.kr. í 2023 til 150,7 mió.kr. í 2024.

Stuttfreistaða skuldin er fallin úr 119,2 mió.kr. í 2023 til 104,7 mió.kr. í 2024.

Gjaldførið er rímiliga gott, við tað at lyklatalið gjaldførislutfall í 2024 var 115,8 prosent sammett við 96,5 prosent í 2023. Harumframt var tøkur peningur í 2024 í alt 27,9 mió.kr.

Samanumtikið er talan um ein góðan roknskap hjá P/F S.M.S. í 2024, sum er nakað betri enn undanfarnu tvey árini.

Spennandi verður at síggja hvussu raksturin hjá P/F S.M.S. kemur at hátta sær komandi árini, nú íslendska Hagar hf er vorin nýggjur eigari.

Partaeigari í P/F S.M.S er Hagar hf, Reykjavík, Ísland.

Stjóri í S.M.S. P/F er Niels H. Mortensen og nevndarformaður er Finnur Oddson.


--

[object Object]

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo

--

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder