Innanlands

Smyril avlýsir túrar hósdagin

Vegna dagføring av mes-støðunum umborð á Smyrli, verða fleiri avlýsingar á Suðuroyarleiðini 21. og 28. september

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-09-18 07:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Strandferðslan boðar frá avlýsingum á Suðuroyarleiðini hósdagin 21. september og hósdagin 28. september.

Tá verða túrarnir hjá Smyrli av Havnini klokkan 8.45 og av Krambatanga klokkan 11.30 ikki sigldir. Umframt hetta lækkar ferðafólkatalið úr 975 í 543 ferðafólk.

Orsøkin er kravd dagføring av mes-støðunum umborð á Smyrli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder