Innanlands

Smyril avlýsir tveir túrar fyrrapartin í morgin vegna vánaligar veðurforsagnir

Strandferðslan boðar eisini frá, at broytingar ella avlýsingar kunnu væntast á øllum Oyggja- og Bygdaleiðum komandi dagarnar

Smyril siglir í øllum førum ikki tveir av ætlaðu túrunumi í morgin (Mynd: Bjartur Vest)

Smyril siglir í øllum førum ikki tveir av ætlaðu túrunumi í morgin (Mynd: Bjartur Vest)

2020-01-05 14:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Veðurforsagnirnar til í morgin síggja einki serligt út, og hetta fer at ávirka samferðsluna.

Sí veðrið og forsagnirnar her  

Stranferðslan skrivar á heimasíðu sínari, at fyri veður avlýsur Smyril túrarnar klokkan 08.45 av Havnini, og klokkan 11.30 av Krambatanga í morgin. Óvist er, um fyrstu túrir verður silgdur, og um silgt verður seinnapartin og í annaðkvøld.

Samstundis verður heitt á fólk, ið eru í Suðuroynni og sum skulu á flog í morgin, um at fara norður í kvøld, av tí at túrurin av Krambatanga í morginárini klokkan 06 er í vanda fyri at blíva avlýstur. Spurningurin er, um veðrið er vorið so ringt tá, at tað er neyðugt.


SSL skrivar eisini, at orsakað av núverandi veðurforsagnum 
kunnu seinkingar, broytingar ella avlýsingar væntast á øllum Oyggjaleiðum og Bygdaleiðum mánadagin 6/1, týsdagin 7/1 og mikudagin 8/1.

Í løtuni koyrir flogferðslan, sum hevur verið nakað óstøðu higartil í 2020 vegna veður, sum vant. Í útvarptstíðindunum klokkan 14 varð sagt, at Atlantic Airways í løtuni metir um støðuna viðvíkjandi morgindegnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder