Innanlands

Smyril avlýsir tveir túrar í morgin

Fyri veður kann roknast við avlýsingum á bygda- og oyggjaleiðunum hjá Strandferðsluni í morgin

Smyril (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Smyril (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-12-25 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar hevur verið fitt av vindi og avfalli, og so verður eisini í morgin, siga veðurforsøgnirnar.

Í hesum sambandi boðar Strandferðslan eisini fra, at roknast kann við avlýsingum á oyggja- og bygdaleiðum í morgin, 2. jóladag, og longu nú verður boðað frá avlýsingum á Suðuroyarleiðini.

Upplýst verður, at at túrurin av Krambatanga klokkan 8.30 og av Havnini klokkan 11 ikki verða sigldir. 

Eftir ætlan verður siglt av Krambatanga klokkan 17.30 og av Havnini klokkan 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder