Innanlands

Smyril siglir aftur við fýra motorum - men noyðist at avlýsa tveir túrar mikudagin

Tað er vegna eftirlit á eldávaringarskipanina umborð, at ætlaðu túrarnir klokkan 08.45 av Havnini og klokkan 11:30 av Krambatanga ikki verða sigldir 1. juli

Smyril sigldi við trimum motorum í gjár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Smyril sigldi við trimum motorum í gjár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-30 14:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Smyril sigldi við trimum motorum í gjár, mánadagin 29. juni, og tí boðaði Strandferðslan frá møguligum seinkingum.

Men arbeiði á kølivatnsskipanina umborð er nú liðugt, og Smyril siglir aftur við øllum fýra motorunum í dag.

Í morgin verða tveir av túrunum í ferðaætlanini tó ikki sigldir

Orsøkin er eftirlit á eldávaringarskipanina.

- Vegna eftirlit á eldávaringarskipanina umborð á Smyril verða hesir túrar ikki sigldir mikudagin 1. juli: Kl. 08.45 av Havnini og kl. 11:30 av Krambatanga

Hetta skrivar ssl.fo, sum eisini kunnar um, at man harvið kann bóka nýggja ferð ella broyta bíleggingina á heimasíðuni.

Harvið verða fýra túrar um Suðuroyarfjørð í morgin heldur enn seks.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder