2025-10-13 11:52

Sum áður fráboðað, fer Smyril aftur í sigling á Suðuroyarleiðini týsdagin, og Strandferðslan boðar nú frá, at fyrsti túrur, sum verður sigldur av Krambatanga, verður framskundaður til klokkan seks.
Síðani verður siglt sambært ferðaætlanini restina av degnum.
Smyril hevur verið í dokk í sjey vikur á Fayard skipasmiðjuni í Munkebo á Fjóni, og um vikuskiftið setti skipið kós aftur móti Føroyum.
Smyril nærkast nú Føroyum, og sambært MarineTraffic verður skipið á Krambatanga seint seinnapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald