Innanlands

Smyril siglir ikki aftur fyrrenn klokkan 16

Túrarnir av Havnini klokkan 08.45 og av Krambatanga klokkan 11.30 eru avlýstar í dag. Hetta er vegna dagføring av MES-støðunum.

Arbeiði skal eftir ætlan halda fram í eina viku afturat - næsta mikudag verður túratalið eisini fýra (Mynd: Sverri Egholm)

Arbeiði skal eftir ætlan halda fram í eina viku afturat - næsta mikudag verður túratalið eisini fýra (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-16 07:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Smyril fór sum ætlað av Tvøroyri klokkan 06.00 í morgun, men skal skjótt liggja á Havnini til klokkan 16.00.

Fráferðirnar av Havnini klokkan 08.45 og av Krambatanga klokkan 11.30 verða ikki sigldar mikudagin 16. september.

Hesum boðar Strandferðslan frá á heimasíðu sínari.

Orsøkin er, at MES-støðirnar á Smyrli verða dagførdar, og tað kostar nakrar túrar í dag.

Sí ferðaætlanina her

Arbeiði skal eftir ætlan halda fram í eina viku afturat - næsta mikudag verður túratalið eisini fýra. Túrarnir somu klokkutíðir verða avlýstir.

Í sambandi við at MES-støðirnar verða dagførdar, er ferðafólkatalið á Smyrli avmarkað í hesum tíðarskeiðinum, so at skipið bert hevur loyvi at taka 500 ferðandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder