Innanlands

Smyril skal royndarsiglast fyrst

Óvist er nær Smyril verður settur í sigling aftur. Kósin verður ikki sett móti Føroyum fyrr enn vissa er fyri, at alt riggar, sum tað skal

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-10-01 16:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Komandi vikuskiftið verður strandfaraskipið Smyril sett á sjógv aftur eftir umfatandi dokkingina á Fayard skipasmiðjuni í Danmark, har skipið hevur verið til 20 ára klassingar.

Men enn ber ikki til at siga, nær Smyril kann setast í sigling aftur millum Havnina og Krambatanga í staðin fyri Galaxy, sum hevur avloyst síðan 23. august.

Tað upplýsir Niels Juel Arge, strandferðslustjóri.

- Tað hevur higartil gingið væl við dokkingini og umbyggingini av Smyrli, og tá ið Smyril ætlandi í vikuskiftinum flýtur aftur, byrja royndarkoyringar av teim trimum hjálpimotorunum, ið eru útskiftir, teimum báðum nýggju síðuskrúvunum aftan og øllum el-arbeiðinum og nýggju el-talvuni, ið er gjørd.

- Nær ið Smyril kann byrja at sigla til Føroyar aftur er tengt at, hvussu ið tað gongur við royndarkoyringunum, og tað ber ikki enn til at siga nakað um tað. Tað er í løtuni eingin fastar dagur settur á, nær ið Smyril fer í sigling aftur, og tí hevur og kann Strandferðslan ikki úttala seg um hetta enn, sigur Niels Juel Arge.

[object Object]
Galaxy (Mynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder