Innanlands

Snapsaglasið í umferð: Fleiri enn fimm fólk farin í sóttarhald

Ert tú smittaður og drekkur av snapsaglasi, so sita smáar nøgdir av virus uttan á glasinum. Drekkið av hvør sínum glasi, ljóða ráðini frá landslæknanum

2020-10-06 21:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú slakt er í kjallarum og garasjum í hesum døgum, er at ansa sær tá snapsaglasið kemur framvið. Tað mugu nøkur fólk ásanna aftaná farna vikuskiftið. Hetta upplýsti Lars Fodgaard Møller, landslækni, í Degi og viku í kvøld.

Tað er ikki av sjálvari flettingini, tey eru smittað, men við snapsaglasinum, sum eftir øllum at døma var í umferð. Tí tey hava deilt snapsaglas saman við einum, sum síðani er staðfestur smittaður. Hesi fólkini eru nú farin í sóttarhald.

Landslæknin vildi ikki svara, hvussu nógv fólk vóru farin í sóttarhald orsakað av hesum, men tey vóru fleiri enn fimm, kundi hann avdúka.

Enn er ikki greitt um hesi - fleiri enn fimm - hava fingið covid-19.

- Ert tú smittaður, so hevur tú virus í spýttinum, og tað skal sera lítið til fyri at smitta onnur. Hevur tú drukkið av glasinum, so sita smáar nøgdir av virus uttan á glasinum, og tað skal lítið til at smitta víðari, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

- Drekkið av hvør sínum glasi, sigur landslæknin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder