2020-02-20 07:32
Eftir at fyrrverandi stjórin í Búnaðargrunninum fór í annað starv 1. desember 2019, hevur verið søkt eftir nýggjum stjóra til grunnin.
Umsóknarfreistin var 15. januar og komu 21 umsóknir til starvið.
Stýrið fyri Búnaðargrunnin hevur nú gjørt av, at seta Snorra á Bøgarði í starv sum stjóra í Búnaðargrunninum.
Snorri er 54 ár, er útbúgvin grannskoðari og hevur starvast sum grannskoðari seinastu gott 21 árini.
Snorri á Bøgarði byrjar í nýggja starvinum tann 1. juni 2020. Hann tekur við eftir Regin I. Jakobsen, sum gjørdist stjóri fyri Vága Floghavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald