Innanlands

Snotilig rampa uttan fyri skúlan

Ung í Klaksvík hava aftur møguleika fyri avbjóðingum á rullifjøl

2020-08-18 09:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Klaksvík hevur ungdómur og onnur áhuga havt møguleika at standa á rullifjøl og –skoytum á eini rampu, sum hevur staðið nærhendis svimjihøllina.

Men tá útbyggingar fóru ígongd á økinum, varð rampan tikin burtur.

Nú er hon so – høvuðsumvæld – sett upp aftur við skúlan í býnum.

Við nýggjari staðseting og í nærumhvørvinum við skúla og frítíðarskúla, er rampan aftur komin til sín rætt. Seinastu tíðin hevur Rebus staðið fyri at umvælt rampuna, og í dag kundi ungdómar aftur taka hana í nýtslu, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu síni.

Valt varð at seta rampuna við skúlan og frítíðarskúlan, tí hetta er eitt øki, ið leggur upp til spæl, og har bilar ikki hava loyvi at koma inn á økið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder