Innanlands

Snotilig skúta

8000 fermetrar av nýggjum teppi. 2500 fermetrar av gólvi komnir afturat og heili tveir kilometrar av plastfoliu eru koyrdir upp á veggirnar

Skiparin, Petur av Vollanum, í nýggju barrini umborð, sum er 36 metrar omanfyri vatnskorpuni. Barrin ímyndar sluppina Westward Ho

Skiparin, Petur av Vollanum, í nýggju barrini umborð, sum er 36 metrar omanfyri vatnskorpuni. Barrin ímyndar sluppina Westward Ho

2021-03-08 22:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var nokk hjá teimum á Smyril Line at taka sær av og seta seg inn í fyrrapartin. Norrøna kom í morgun aftur úr Danmark, har skipið hevur verið í dokk og er nútímansgjørt fyri 100 milliónir krónur.

[object Object]

Ikki bara uttan, men inni er okkurt broytt. Tað merkist beinanvegin, tá ein kemur umborð. Flest øll munnu hava verið umborð á hesum stásiliga skipi áður, men nú er ein orsøk at gera ein túr afturat. Um ikki annað fyri at royna nýggju umstøðurnar.

Nógv er gjørt við skipið, síðani tað fór í dokk 19. desember. Tær 50 nýggju kabinurnar, sum eru har, sum Skybarr áður var og nýggja cafe’in ella matstaðið á dekk 10 er nakað sum longu hevur verið frammi, men umframt tað hevur nærum alt skipið fingið eina kærliga hond.

[object Object]

[object Object]

Hetta umfatar 8.000 fermetrar av nýggjum teppum og 450 lás, sum eru skift út.

Av tølum kunnu annars nevnast at 210 tons av stáli og 60 tons av aluminium eru bygd uppí Norrønu. 20 kilometrar av káplum eru drignir og fimm kilometrar av rørum eru løgd.

Í alt eru 2.500 fermetrar av gólvi komnir afturat, og umleið 600 av teimum eru í nýggju barrini á ovasta dekki.

[object Object]

Eitt sum sermerkir umbyggingina eru veggirnir. Heili tveir kilometrar av plastfoliu í alskyns sniði eru koyrdir upp á veggirnar. Talan er um ymsar gamlar myndir, sum ganga aftur á øllum hæddunum. Á teimum báðum ovastu hæddunum verður sjóneyka sett á skipini sum hava siglt við ferðafólki upp á Føroyar. Tað, sum skal ímynda træveggin aftanfyri, men sum í veruleikanum er folia, er tikið úr Parnassinum á Hotel Hafnia.

[object Object]

Á øðrum dekkum eru eldri myndir úr Havnini, og eisini úr Íslandi og Hetlandi.

Norrøna legði frá bryggju aftur klokkan 14, og setti kós móti Íslandi.

[object Object]Eitt av nýggju dupultkømurunum (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Góðar umstøður eru í svituni (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Norrøna kom um átta tíðina í morgun (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fleiri myndir síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder