Uttanlands

Snyrilsmálið: 122 kvinnur hava nú fingið endurgjald

Higartil hava tilsamans 572 grønlendskar kvinnur søkt um endurgjald.

Grønlendska flaggið (Savnsmynd)

Grønlendska flaggið (Savnsmynd)

2026-09-25 14:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

27. august samtykti fólkatingið eitt endurgjald á 300.000 krónur til grønlendskar kvinnur, sum hava fingið snyril ísettan uttan neyðugt samtykki, og síðan endurgjaldsskipanin kom í gildi 1. september hava yvir 100 kvinnur fingið játtað endurgjald.

Fyrst í hesum mánaðinum varð boðað frá, at fýra tær fyrstu kvinnurnar høvdu fingið endurgjald, og nú hava 122 grønlendskar kvinnur fingið endurgjald í sambandi við snyrilsmálið, upplýsir danska Patienterstatningen.

Kvinnur hava kunnað søkt um endurgjald síðan 1. juli, og higartil hava tilsamans 572 kvinnur søkt um endurgjald, skrivar Ritzau.

Freistin at søkja um endurgjald er 1. september 2028. Umsóknirnar taka umleið tríggjar mánaðir at viðgera.

Les eisini: Vilja hava altjóða dómstól at viðgera snyrilsmálið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder