Innanlands

So er Laksatorgið á skrá

Eins og í 2019 er hugnaliga umhvørvið niðri á Støð á Glyvrum karmur um Laksatorgið

(Mynd: Visit Runavík)

(Mynd: Visit Runavík)

2020-07-23 20:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Visit Runavík: Summar, sól og juli – so vita vit, at stóra familjutiltakið Laksatorgið nærkast.

Eins og í 2019  er hugnaliga umhvørvið niðri á Støð á Glyvrum karmur um Laksatorgið. Økið er væl skipað, strondin er skamt harfrá, har standa neystini umframt snotiligu húsini hjá bátafelagnum.

Nøkur tiltøk eru afturvendandi so sum smakkiroyndir av rávøru frá Bakkafrosti og stóra sølutorgið við alskyns prýðislutum, hondbundnum vørum og mangt annað. Eitt forkunnugt sjósavn er á tremur við áhugaverdum sjódjórum og fiski. Tað er Bátafelagið, sum skipar fyri at seta kør upp og savna ymisk sjódjór í tey.

Á pallinum verður tónleikur og undirhald, harafturat verða onnur barnatiltøk, spurnarkapping, fiskikapping, søla, bókaframløga og framsýning í økinum. Tey, ið verða á pallinum, eru Ingi Poulsen, Jassarnir, Ævintýrferðin umframt ein gyklari og eldblásari. Ein neyvari skrá er á facebooksíðuni Laksatorgið og á visitrunavik.fo. Nýggj bók er skrivað um Bakkafrost, ið kemur út júst til Laksatorgið. Bókin er bæði á føroyskum og á enskum og fæst í tjaldinum hjá Bakkafrosti.

Økið niðri á Støð er stórt í vavi. Fyrireikarnir hava skipað økið soleiðis, at hugsað verður um ymisku tilmælini í sambandi við koronu. Í hesum sambandi vóna fyrireikararnir, at gestirnir av trygdarávum skriva seg inn á facebook til tiltakið ‘Laksatorgið’, um so er, at tey hava ein vanga. Soleiðis ber til hjá Visit Runavík at vita, hvør hevur vitjað Laksatorgið, um tað gerst neyðugt í mun til korona at seta seg í samband við onkur aftur.

Laksatorgið verður 25. juli frá kl. 10-16 niðri á Støð á Glyvrum.
Vit gleða okkum til ein stuttligan og góðan dag saman við tykkum 
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder