2025-07-23 23:30

Í Gundadali er meira litfagurt enn vanligt. Í sambandi við Faroe Pride vikuna er ein ælabogavegur málaður uttanfyri Gundadalshøllina.
Hetta við íblástri úr eitt nú Reykjavík.
(Mynd: LGBT+ Føroyar)
Hann skuldi eftir ætlan verið málaður í gjár, men vegna veður varð hetta útsett til í kvøld.
Alla vikuna eru ymisk tiltøk á skránni og tað endar við skrúðgonguni sunnudagin. Byrjað verður klokkan 15 við Gundadalshøllina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald