Innanlands

So var hol ígjøgnum

Nýggi Hvalbiartunnilin varð seinnapartin skotin ígjøgnum

(Mynd: KVF)

(Mynd: KVF)

2020-07-07 17:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Tað var óført, søgdu teir tríggir Fríðolv Eysturberg, Kári Norðberg og Jóan Pauli Næs, sum trýstu á knøttin nú stutt áðrenn klokkan 17 í Trongisvági, tá seinasta skotið fyri nýggja Hvalbiartunlinum varð latið av.

Teir tríggir vóru allir við til at byggja gamla Hvalbiartunnilin, sum varð tikin í nýtslu 1963, og er elsti tunnil í landinum.

Hvalbiartunnilin er góðar 2500 metrar langur, og nú síðsta skotið varð latið, vantaðu einans tríggir metrar.

Veðrið var gott, og nakað av fólki vórðu savnað, hóast tað ikki varð skipað fyri tí heilt stóra orskaða av koronasmittuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder