
Mánadagin var bókaframløga í Müllers Pakkhúsi, har Helgi Jacobsen, rithøvundur, legði fram bókina “Westward Ho – 1884-2024”.
Tað var í sambandi við, at sluppin í 2024 gjørdist 140 ár, at felagið Sluppvinir vendi sær til Tórshavnar kommunu við hugskoti um, at bók varð skrivað um Westward Ho. Fíggjarnevndin tók væl undir við uppskotinum frá Sluppvinum og játtaði pening til endamálið.
Á framløguni takkaði Helgi Jacobsen fyri álitið at verða biðin um at skriva bókina. Hann takkaði eisini Sluppvinum fyri teirra megnar arbeiði við at varðveita og reka sluppina. Hugleitt varð um týdningin, sum sluppirnar hava havt fyri føroyska samfelagið, og víst varð á, at tá H.G. Thomsen á Tvøroyri í 1895 keypti Westward Ho fyri 385 pund, var hon kallað “besta slupp í Grimsby”.
Bókin greiðir frá søguni um Westward Ho frá tí, hon varð bygd í Grimsby í 1884 og fram til dagin í dag. Í bókini verður eisini nomið við føroysku slupptíðina sum heild og um tunga takið at fáa gongd á føroyskan skipsfiskiskap. Elsa Berg, borgarstjóri, hevur skrivað fororðið, og Jóan Pauli Joensen, professari og fólkalívsfrøðingur, hevur skrivað inngangin í bókini.
Í dag er tað áhugafelagsskapurin Sluppvinir, sum rekur og heldur sluppina viðlíka. Alt arbeiðið er sjálvboðið. Sluppin er sera vælumtókt og verður nógv brúkt um summarið. Millum annað verður hvørt ár skipað fyri fiskikapping millum allar 6. flokkar í kommununi.
Bókin greiðir soleiðis frá søguni um navnið Westward Ho:
“Sluppin Westward Ho er kallað upp eftir kendu skaldsøguni Westward Ho!, sum Charles Kingsley skrivaði í 1855. ‘Westward Ho!’ var ein máliska, sum í hesum tíðarskeiði mangan var brúkt um skip, ið sigldu vestureftir móti Amerika og øðrum londum í vestri. Máliskan var eitt slag av eini ævintýrligari kenslu, sum var knýtt at havinum, sigling og brøgdum.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald