Mentan

Søgu- og samtíðarlýsing á pall

Í gjøgnum høvuðspersónin verða persónlig upplivilsi lýst, samstundis sum leikurin nemur við eitt sárbært tíðarskeið í søguni hjá føroyska sjúkrahúsverkinum

2021-10-08 12:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í hesum døgum verður ferðast kring landið við leikinum "Kom bara inn, eg skal ikki gráta", sum Ria Tórgarð hevur rit- og leikstjórnað. Leikurin hevur fingið góð ummæli.

Leikurin tekur upp árin, ávirkan og hjáárin av at ættarlið av børnum og familjur teirra vóru skild hvør frá øðrum í langa tíð. Í gjøgnum høvuðspersónin verða persónlig upplivilsi lýst, samstundis sum leikurin nemur við eitt sárbært tíðarskeið í søguni hjá føroyska sjúkrahúsverkinum. 

Í kvøld verður leikurin sýndur í Listastovuni í Miðvági.

Myndin er frá frumframførsluni í Finsen 15. september. Myndina hevur Haldur Suni Johansen tikið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder