Vestmanna kommuna hevur sett søguligu faktorhúsini á Fitjum, sum vórðu bygd í sambandi við kongaliga einahandilin, til sølu. Á ognini er eisini bygt eitt pakkhús og ein hjallur, sum fylgja við í keypinum.
Húsini eru bygd umleið 1836 og pakkhúsið umleið 1860-70. Samlaða víddin á húsunum er 250 fermetrar og grundøkið er 1.112 fermetrar til støddar.
Ognin er friðað.
Í sølulýsingin verður gjørt vart við at ognin verður seld í tí standi, sum hon er og liggur, og seljarin tekur onga ábyrgd fyri møgulig brek. Møguligur áhugaður keypari verður tí mæltur til at kanna ognina væl, áðrenn boð verður givið.
Keyparin skal saman við tilboðnum gera eina frágreiðing um, hvussu hann ætlar at brúka ognina og til hvat endamál. Keyparin skal eisini upplýsa, hvørjar ætlanir hann hevur viðvíkandi umvæling av ognini, herundir nær hann ætlar at seta hetta arbeiði í gongd.
Vektingin av tilboðnum verður gjørd soleiðis, at tilboðsprísurin verður vektaður við 40 prosent meðan hugskotið viðvíkjandi nýtsluætlan av ognini verður vektað við 60 prosent.
Lægsta boð at keypa ognina er sett til 1,45 milliónir krónur. Boð undir hesa upphædd verða ikki tikin við í metingina.
Freistin at lata boð inn er 3. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald