Á Kambsdali hava ikki færri enn fýra prógvhandanir verið farnu vikuna. Fýra smærri og størri hópar hava fingið prógv á teimum fýra útbúgvingunum skúlin bjóðar.
Fríggjadagin í farnu viku fingu níggju næmingar FHS prógv (myndin omanfyri). Millum næmingarnar var Emil Bjarnaskor, sum í talu síðani m.a. segði, at hann visti ikki um nakran í kongaríkinum, sum í líknandi umstøðum sum hansara, hevði megnað at gjøgnumført eina miðnámsútbúgving.
Týsdagin vóru fyrstu 6 næmingarnir á serbreyt á miðnámi í Føroyum lidnir. Talan er um eitt slóðbrótandi og inkluderandi skúlatilboð. Útbúgvingin tekur fýra ár, og í løtuni eru 20 næmingar, ið ganga á serbreyt á Kambsdali.
Í gjár var prógvhandan fyri studentunum, sum í ár eru 148 í tali. Á Kambsdali eru breytirnar búskapar-, fyrireikingar-, hug-, og náttúrubreyt. Próvhandanin fór fram í ítróttarhøllini og eftir handanina bjóðaði skúlin drekkamunn á skúlanum. Eini 800 fólk vóru til handanina.
Í gjár vóru eisini prógvini til tríggjar næmingar, sum í ár hava lokið fulla akademiútbúgving, handað. Hetta er útbúgving, ið fer fram sum stakgreinalestur um kvøldið. Næmingarnir, sum nú blivu lidnir í ár, byrjaðu allir í 2015.
- Miðnám á Kambsdali
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald