Innanlands

Søguliga fá deyð í ferðsluni í Danmark

Minkandi ferðslan orsaka av korona sæst aftur í vanlukkuhagtølunum

2021-06-08 08:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Danmark lótu 163 fólk lív í ferðsluni í 2020, meðan 2.751 komu til skaða. Hetta er lægsta talið av deyðum í ferðsluni síðani einaferð í 1930'unum, tá byrjað var at gera hagtøl yvir deyð í ferðsluni.

Tað upplýsir Vejdirektoratet á heimasíðu síni í dag.

Orsøkin til mettalið er koronafarsóttin og afturlatingin av samfelagnum, sum eisini hevði við sær nógv færri bilar á vegunum.

- 2020 hevur givið okkum eitt óvanligt innlit í, hvat hendir, um vit skerja munandi fyri tørvinum og møguleikanum í at flyta okkum, sigur Benny Engelbrecht, danski flutningsmálaráðharrin í tíðindaskrivinum.

Í árunum 2013 til 2019 vórðu umleið 187 fólk dripin í ferðsluni í miðal um árið.

Serliga er tað ferðslan tíðliga á morgni, ið hevur verið skerd í sambandi við korona. Talið av vanlukkum við fólkaskaða í tysingartíðini um morgunin og seinnapartin fall við 17 prosentum í 2020 í mun til miðalstøðið í tíðarskeiðinum 2015 til 2019, skrivar Ritzau.

Í Føroyum doyði ongin í ferðsluni í 2020 – tað gjørdi tað heldur ikki í 2018. Nýggjastu hagtølini hjá Hagstovuni eru frá  2017. Heimasíðan hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd er betri dagførd við ferðsluhagtølum, men har eru tølini fyri ferðsluóhapp við persónsskaða ikki enn komin fyri 2020. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder