Mentan

Søguligt: Tveir menn vunnu danska Dansifrøi

Einki par av sama kyni hevur áður vunnið kappingina, heldur ikki í øðrum londum

Sjónleikarin Jacob Fauerby og dansarin Silas Holst (Mynd: TV2)

Sjónleikarin Jacob Fauerby og dansarin Silas Holst (Mynd: TV2)

2019-11-29 23:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Søguligt kvøld í Forum Horsens, sum var karmur um ársins finalu av danska Dansifrøi.

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava tveir menn vunnið stóru dansikappingina, “Dansifrøi” ella “Vild med Dans”, sum TV2 hevur sent seinastu árini. Hetta var fyrstu ferð, at par av sama kyni dansaðu í donsku kappingini, men hetta er roynt í kappingum í øðrum londum áður, tó uttan, at pørini hava vunnið kappingina.

Sjónleikarin Jacob Fauerby og dansarin Silas Holst kappaðust í finaluni móti sjónvarpsvertinum Christopher Læssø og dansarinnuni Karina Frimodt umframt sangaranum Coco O. og Morten Kjeldgaard, dansara.

Og tað vóru teir báðir Jacob og Silas, sum stóðu eftir sum vinnarar av kappingini.

Hetta var 16. ferð, at TV2 sendi Dansifrøi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder