Innanlands

Søguligu skeltini prýða aftur Vág

Skeltini mynda eina útiframsýning, sum gevur eitt innlit í søguligar hendingar í Vági frá síðst í 1800-talinum og fram til 1930’ini.

Sambært kommununi er túrin er umleið 2,5 kilometrar langur og gevur bæði møguleika at røra seg og at fáa eitt dýpri innlit í Vágs søgu og mentanararv (Mynd: vagur.fo)

Sambært kommununi er túrin er umleið 2,5 kilometrar langur og gevur bæði møguleika at røra seg og at fáa eitt dýpri innlit í Vágs søgu og mentanararv (Mynd: vagur.fo)

2025-04-10 18:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú ber aftur til at fara ein heilt serligan gongutúr í Vági og leita aftur í tíðina.

Vágs kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at eins og undanfarin ár eru søguslóðir-skeltini hongd upp kring bygdina. Skeltini mynda eina útiframsýning, sum gevur eitt innlit í søguligar hendingar í Vági frá síðst í 1800-talinum og fram til 1930’ini.

- Søguslóðir fevnir um 12 støð. Á hvørjum staði er eitt skelti við teksti og gomlum myndum, sum lýsa, hvussu staðið sá út fyrr og hvør søga er knýtt at júst hesum staði. Talan er um eitt tiltak, sum Vágs Sóknar Bygdasavn setti í gongd í 2016, sum síðan er endurtikið á hvørjum ári.

Í Miðlatúni ber eisini til at fáa ein ókeypis faldara við yvirliti yvir øll støðini, so ein kann ganga søguslóðirnar – einsamallur ella saman við øðrum.

Sambært kommununi er túrin er umleið 2,5 kilometrar langur og gevur bæði møguleika at røra seg og at fáa eitt dýpri innlit í Vágs søgu og mentanararv.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder