Innanlands

Sóknast eftir búmerki til heystfagnaðin

Heystfagnaðurin á Eiði verður um miðjan oktober, og nú verður skipað fyri búmerkjakapping

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-08-23 19:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftur í ár verður skipað fyri vælumtókta Heystfagnaðinum á Eiði. Tiltakið verður í døgnum 13. – 17. oktober.

Á skránni verður mangt, ið hevur við heystið at gera. Millum annað at gita livandi vekt á veðri, hespukapping, rullu- og kjøtpylsusmakking, verkstaðir til børn og barnsligar sálir, tónleikur á neystaloftinum, og besti flettari verður funnin.

Sum nakað serligt verður í samband við ársins Heystfagnað skipað fyri búmerkjakapping. Búmerkið skal kunna nýtast á eitt nú talgildum miðlum, marknaðarføringstilfari og t-blusum í óavmarkaða tíð.

Vinnandi uppskotið fær virðisløn áljóðandi 7.500 krónur.

Seinasta freist at lata inn uppskot er 12. september 2021 á midnátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder