- Hevur tú eina søgu til Mína jólabók 2024? Ella vilt tú myndprýða søgur í bókini? Set teg í samband við Bókadeild Føroya Lærarafelags áðrenn 15. mars.
Soleiðis stendur í byrjanini av skrivinum hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags í dag. Hat verður heitt á fleiri føroyingar um at geva sítt íkast til siðbundnu bókina, ið vanliga kemur út til jólar.
Mín jólabók er komin út síðan 1950, og hon er á hvørjum ári millum best seldu bøkur í Føroyum. Onkuntíð er "Mín Jólabók" eisini útseld.
- Í bókini eru upprunaføroyskar søgur og myndprýðingar, einstakar týðingar og jólaítriv. Málbólkurin er umleið 7-10 ára gomul børn.
(Mynd: Bókadeild Føroya Lærarafelagsins)
Í fjør fekk Mín jólabók Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs, har tað eitt nú í grundgevingini verður sagt, at "Jólabókin er krúnan á árligu barnabókaútgávuni".
Í mun til søgurnar, so eru ikki nakrar treytir settar, annað enn at innihaldið er hóskandi til aldursbólkin, og at søgan ikki skal vera longri enn 8.000 eindir, upplýsir BFL.
- Bæði royndir og óroyndir rithøvundar og myndprýðarar eru vælkomnir at senda okkum tilfar.
Freistin at lata søgu og yrking er 28. apríl og ritstjórnina á teldupost: turid(at)bfl.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald