Innanlands

Sóknast eftir statistum til TROM til í morgin og hósdagin

Framleiðslufelagið boðar frá, at tørvur er á statistum í øllum aldri til upptøkur, ið verða í høvuðsstaðnum morgin mikudagin 21. apríl og hósdagin 22. apríl

Í síðstu viku varð tikið upp í Sandagerði (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Í síðstu viku varð tikið upp í Sandagerði (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-04-20 15:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Upptøkurnar til TROM halda fram, og í samband við upptøkurnar til sjónvarpsrøðina, ið Torfinnur Jákupsson hevur skrivað við støði í kendu krimibókunum hjá Jógvani Isaksen, sóknast framleiðslufelagið nú aftur eftir statistum.

Tørvur er á statistum í morgin mikudagin 21. apríl og í ovurmorgin hósdagin 22. apríl. Sambært felagnum er tørvur á statistum í øllum aldri. 

- Týdningarmikið er at verða væl ílatin eftir veðrinum, tí filma verður úti. Harafturat verður væntandi nógv bíðitíð, so gott er um mann hevur okkurt við at stytta sær stundir við. Áhugaði kunnu senda ein teludpost til [email protected] við nøvnum á teimum ið koma.

Ymsar senur verða filmaðar í Tórshavn. Danski sjónleikarin Ulrich Thomsen hevur høvuðsleiklutin sum Hannis Martinsson. 

Sí eisini: Myndir: Taka upp í Sandagerði



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder