Innanlands

Sóknast eftir vitnum til harðskapsmál

Løgreglan kannar tvey harðskapsmál, sum eru farin fram í Havn um vikuskiftið, og vilja tey fegin hoyra frá fólki, sum hava sæð okkurt í hesum sambandi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-10-09 11:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið hevur løgreglan arbeitt við fleiri harðskapsmálum, og í hesum sambandi sóknast løgreglan eftir vitnum til tvær hendingar, sum eru farnar fram í náttarlívinum í Havn.

Fyrra málið snýr seg um tveir mans, sum komu upp at toppast uttanfyri Essabarr, og tað endaði við harðskapi. Hetta varð meldað um trý-tíðina leygarnáttina.

Seinna málið byrjaði við Glitnir og endaði uppi við Bitanum í Steinatúni, har ein fekk eina fløsku í andlitið og fekk ein tannskaða. Hetta hendi um fýra-tíðina sunnunáttina.

– Um onkur hevur sæð okkurt, so vilja vit fegin hoyra frá fólki, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder