Innanlands

Søkt verður av nýggjum eftir stjóra til Landsverk

Lýst verður eisini í miðlum uttanlands

(Savnsmynd: Landsverk)

(Savnsmynd: Landsverk)

2019-05-29 15:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

Samferðslumálaráðið søkir nú av nýggjum eftir stjóra til Landsverk.

Orsøkin til hetta er at mett verður, at ov fáar umsóknir eru at velja ímillum. Tíggju umsóknir vóru til starvið, og setanarnevndin mælti til at seta ein av teimum tíggju umsøkjarunum.

Vóna verður at fleiri umsóknir verða um lýst verður enn einaferð, og tískil verður starvið sum stjóri hjá Landsverki lýst leyst aftur, og verður starvið eisini lýst leyst í miðlum uttanlands, skrivar Samferðslumálaráðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder