Uttanríkis- og vinnumálaráðið er nú farið undir tilgongdina at einskilja og selja almenna partafelagið Postverk Føroya.
Ráðið er farið á Keypsportalin fyri at leita eftir fólki, sum kann taka sær av arbeiðinum at selja Posta.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið skrivar á heimasíðu síni í dag, at løgtingið hevur heimiðað landsstýrismanninum at selja partapeningin í Pf. Postverk Føroya, og í sambandi við søluna er tørvur á einum ráðgeva at stýra sølutilgongdini.
Søluráðgevin skal millum annað ráðgeva um yvirskipaða projektleiðslu og samskipan, kortleggja møguligar keyparar og greina strategisk atlit. Eisini skal løgfrøðilig ráðgeving veitast, eitt nú at fyriskipa søluavtalu, undir hesum ráðgeving um veitingarskyldu, fastogn, leigusáttmála og annað.
Freistin at lata inn tilboð er 6. mai og vinnarin av útboðnum verður kunngjørdur 14. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald