2018-08-03 14:50
Summarfestivalurin stendur fyri framman, og hetta merkir, at Klaksvíkar býur umskpar seg.
Fyrireikingarnar til festivaln byrja longu at ávirka ferðsluna í býnum frá mánadegnum 6. august. Broytingarnar eru galdandi alla vikuna, meðan festivalurin er. Koyrandi verður um vanligt mánamorgunin 13. august.
Komandi viku koyrir býarbussurin hjá Klaksvíkar kommunu ikki. Bussarnir hjá Bygdaleiðum steðga bert við steðgistøðini á Borðoyarvík, eisini leið 500 (Klaksvík - Viðareiði) og 504 (Klaksvík - Kunoy).
Kommunan heitir á øll um at vísa varsemi í ferðsluni hesa tíðina.
Allar ferðslubroytingarnar síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald