placeholder
Mentan

Soleiðis fer nýggja datingtænastan hjá Facebook at síggja út

Starvsfólk hjá Facebook eru í ferð við at royna nýggju tænastuna

Mynd: Berlingske

Mynd: Berlingske

2018-08-05 10:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í løtuni eru starvsfólkini hjá Facebook í ferð við at royna nýggju datingtænastuna, sum Mark Zuckerberg avdúkaði á ráðstevnu í mai.

Talan er ikki um eina nýggja app, men um ein nýggjan hentleika, sum kann aktiverast á verandi Facebook-vanga.

Nýggja tænastan er longu klár at brúka, tó hava bert starvsfólk hjá Facebook atgongd í løtuni.

Nýggjar skíggjamyndir av datingtænastuni eru avdúkaðar, og á teimum sæst, at ritast skal inn við verandi Facebook-brúkara, men datingvangin fer ikki at vera sjónligur fyri Facebook-vinunum hjá tær, uttan so at tú ynskir tað.

Tá tú ritar inn, skalt tú áseta kyn, og tá eru trý at velja ímillum: "Maður", "Kvinna", og "Fleiri møguleikar", har man kann velja "Tvørkynd kvinna", "Tvørkyndur maður", og "Non-binary". Samstundis ber eisini til at áseta, hvørjum kyni tú ert áhugaður í.

Eisini skal býur ásetast fyri at gera ein datingvanga, og meira enn tað vísa skíggjamyndirnar ikki.

Sambært Berlingske hevur Facebook avdúkað, at tú fært víst eitt yvirlit yvir møguligar makar, sum bæði er bygt á tað, tú hevur sagt teg vera áhugaðan í, og ta vitanina, sum Facebook hevur innsavnað um teg, sum fyritøkan higartil hevur nýtt í sambandi við lýsingar.

Sum nú er, eru ongar ætlanir um, at brúkarar skulu gjalda fyri at nýta tænastuna, og har eru heldur ongar ætlanir um at áseta eitt gjald fyri eyka hentleikar, sum annars er galdandi í nógvum ókeypis spølum og tænastum.

Tað vera bert brúkarar, sum sambært Facebook eru 18 ár ella eldri, ið fáa atgongd til tænastuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder