
Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen fer klokkan 19 føroyska tíð út á dansigólvið, tá seinasta umfar av Vild med Dans fer av bakkastokki á TV2.
Les eisini: Sissal á dansigólvið í kvøld
Í tí sambandi minna báðir televeitararnir á, at um ein ynskir at atkvøða við SMS-boðum, er neyðugt at fylla saldo á. Talan er um yvirtrakserað nummar og kapping, og haldini fevna ikki um hetta.
Hjá Nema er skulu pengar fyllast á "Mítt Nema". Tað kann gerast her.
Hja Føroya Tele er á Ver-kontuni at tøkur peningur skal vera. Hetta kanst tú kanna við at rita inn á Mítt Ver her ella smsa SAL til 1990.
Vild med Dans sæst á TV2 klokkan 19 føroyska tíð. Kringvarpið sendir forskotið og byrjar ikki at senda fyrr enn Gekkurin er liðugur klokkan 20:20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald