Mentan

Solokonsert við Stanley Samuelsen í kvøld

Stanley Samuelsen verður at hoyra í Auluni í Finsen í kvøld

2018-08-28 15:09 Author image
Oda Strøm
placeholder

Í kvøld klokkan 20 verður solokonsert við Stanely Samuelsen í Auluni í Finsen.

Stanley hevur seinastu tíðina verið fleiri túrar í Amerika, har hann hevur spælt tónleik saman við dugnaligum amerikanskum tónleikarum. Hetta fer at seta sín dám á konsertina í kvøld, har Stanley fer at spæla nøkur av hesum coverløgum.

Harumframt fer hann sjálvsagt at spæla kendu løgini hjá sær, sum vit øll kenna so væl og eru vorðin so glað fyri.

Stanley Samuelsen brúkar í løtuni nógva tíð í upptøkuhølunum, har hann arbeiðir støðugt við nýggjari fløgu. Møguliga eru vit so heppin at hoyra nøkur av nýggju løgunum hjá honum í kvøld eisini.

Kostnaður av konsertini er 125 kr. Atgongumerki kunnu keypast á www.torsgota.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder