Innanlands

Sólorkuframleiðslan 140 prosent av elnýtsluni hjá stovninum alt samdøgrið

Sera góða veðrið ger, at sólkyknuskipanini á dagstovninum á Velbastað av álvara er komin til sín rætt

Hetta svarar til orkuna, ið sjey sethús nýta í eitt samdøgur (mynd: Tórshavnar kommuna)

Hetta svarar til orkuna, ið sjey sethús nýta í eitt samdøgur (mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-04-24 18:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hesar seinastu dagarnar hevur veðrið verið einastandandi gott fleiri dagar á rað. Tað sæst aftur í elframleiðsluni hjá sólkyknuskipanini á dagstovninum á Velbastað. 

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari í dag.

Í fyrru hálvu av mars varð sólorkuskipanin sett upp. Hetta var eitt fet á grønu leiðini hjá kommuni. Skipanin skal væntandi framleiða 9.700 kWh - áleið helmingin av elnýstluni hjá stovinum

Les eisini: Tórshavnar kommuna hevur sett sólorkuskipan upp á dagstovninum á Velbastað

Í gjár var elframleiðslan 140 prosent av elnýtsluni hjá stovninum alt samdøgurið. Tað er eins nógv og 7 sethús brúka í eitt samdøgur.

Yvirskotsorkan varð latin út á elnetið hjá SEV til aðrar elbrúkarar. Samstundis kundi SEV framleiða ta nøgdina minni við olju. Keypið av el frá SEV, ið er neyðugt til tá sólin ikki skínur, var 80 prosent minni enn eitt líknandi samdøgur áðrenn skipanin varð sett upp. skrivar Tórshavnar kommuna. 

Sí talvu yvir nýtsluna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder