Innanlands

Tórshavnar kommuna hevur sett sólorkuskipan upp á dagstovninum á Velbastað

Skipanin skal framleiða áleið helmingin av elnýstluni hjá stovinum. Hetta er onnur sólorkuskipanin hjá kommununi

Húsavørðurin saman við umboðum fyri LM-electric, LBF, Valaverk og Tórshavnar kommunu (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Húsavørðurin saman við umboðum fyri LM-electric, LBF, Valaverk og Tórshavnar kommunu (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-03-11 11:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er enn eitt fet á grønu kósini hjá Tórshavnar kommuna, ið hevur sum eitt av sínum greiðu málum at minka um CO2-útlát á ymsum økjum. 

Les eisini: 
Tórshavnar Kommuna hevur útvegað sær tríggjar nýggjar elbilar

Kommunan hevur nú sett eina sólorkuskipan upp á dagstovninum á Velbastað; eina skipan, ið væntandi minkar um CO2-útlátið við á leið trimum til fimm tonsum um árið, og har ársframleiðslan verður á leið 9.700 kWh. Tað eru góð 50 prosent av elnýtsluni hjá stovninum. 

Talan er fyrstu sólorkuskipanina við sólkyknum, ið framleiða streym, hjá Tórshavnar kommunu. Hetta er onnur sólorkuskipanin, ið kommunan hevur. Hon er í Nólsoy, og hon framleiðir heitt vatn.

Tórshavnar kommuna skrivar, at skipanin kann framleiða í mesta lagi 11 kW (11.000 Watt), tá sólin skínur. Tað er hámarkið hjá SEV fyri, hvussu stórar skipanir kunnu setast upp innan fyri elmálaran. 

[object Object]
(Mynd: Tórshavnar kommuna)

Sólorkuskipanin er bundin í elnetið og framleiðir streym til ljós og øll tól á stovninum, tá sólin skínur, og tá ljósir dagar eru. Um sólorkuskipanin framleiðir meira enn stovnurin brúkar nakrar dagar, tað kann vera minuttir ella tímar, so verður restin av streyminum sjálvvirkandi latin út á elnetið hjá SEV, – tað er tað, sum vanligi borgarin nýta.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder