Innanlands

Sølustøð hava ruddingarskyldu

Alt rusk, so sum pitsabakkar, pappír, fløskur, plastgløs og annað tílíkt skal takast upp, sigur Tórshavnar kommuna

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2024-05-31 10:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Verkfallið hevur við sær, at nógv rusk sløðist í gøtunum. Tórshavnar kommuna ger í tí sambandi greitt, at matsølubúðirnar hava ruddingarskyldu.

Tað er ábyrgdin hjá sølubúðunum at halda økið rundan um sølustaðið ruddiligt og reint til eina og hvørja tíð. Alt rusk, so sum pitsabakkar, pappír, fløskur, plastgløs og annað tílíkt skal takast upp. Sølustaðið skal harumframt hava ruskstativ uttanfyri, soleiðis at viðskiftafólk sleppa av við ruskið.

Galdandi treytirnar eru at finna í §1 og §8 í kunngerðini um umhvørvisreglur og í §20 og 21 í reglugerðini fyri leysar sølubúðir og hissini søluloyvir í Tórshavnar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder