Innanlands

Sólvá Jacobsen helt bestu snarrøðuna

Hetta er partur av Vísindavøkuni

Sólvá Jacobsen er lívfrøðingur á Havstovuni og hevur fyrr í ár vart PhD-ritgerð sína (Mynd: gransking.fo)

Sólvá Jacobsen er lívfrøðingur á Havstovuni og hevur fyrr í ár vart PhD-ritgerð sína (Mynd: gransking.fo)

2025-09-30 21:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, vann snarrrøðukappingina á Vísindavøkuni í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin. 

Fýra luttakarar høvdu bjóðað seg fram at halda snarrøðu, men tveir fingu forfall, og av teimum báðum, ið eftir vóru, metti dómsnevndin, at Sólvá Jacobsen helt bestu røðuna.

Nevndin var samd um, at báðir luttakararnir hildu sera góðar snarrøður, og at trupult var at taka dagar ímillum, hvør røðan var best. Báðir luttakararnir dugdu væl at leggja fram, tey høvdu eina góða fangandi byrjan og ein reyðan tráð, ið gekk ígjøgnum framløguna, og komu fram til eina greiða niðurstøðu. 

Nevndin metti kortini, at Sólvá Jacobsen var eitt lítið vet frammanfyri við at vísa á sjálva granskingina í tí, sum hon greiddi frá. 

Sí eisini: Sólva Jacobsen vardi PhD-ritgerð um æti og yngul

Í dómsnevndini vóru Katrin Apol frá Heilsustýrinum, Tórur Sjúrðarson frá Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi og Dagmar Joensen-Næs frá Granskingarráðnum.

Granskingarráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder