Mikudagin, 13. september klokkan 19.30, verður konsert við Sønderjyllands Symfoniorkester í Norðurlandahúsinum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at orkestrið vitjar í Føroyum. Symfoniorkestrið hevði konsert í Norðurlandahúsium fyri góðum 40 árum síðani - dagin eftir, at Norðurlandahúsið læt dyrnar upp á fyrsta sinni.
Í sambandi við, at orkestrið hevur 60 ár á baki í ár, fer tað á konsertferð og vitjar í hesum sambandi eisini í Føroyum. Áhoyrarar kunnu gleða seg til tónleik eftir Lacey, Beethoven, Nielsen og Dvorák.
Josef Špaček spælir solo á violin. Dirigenturin eitur Johannes Wildner.
Skrá:
Lacey: Ouverture skrivað til Sønderjyllands Symfoniorkester í sambandi við 60 ár sum landspartaorkestur (Sønderborg og Haderslev)
Beethoven: Leonore Ouverture nr. 3, Op. 72
Nielsen: Violinkonsert, Op. 33 Solistur Josef Spacek
Dvorák: Symfoni nr. 9, Op. 95, e-mol
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald