Norska kongshúsið hevur í dag lagt myndir út á sosialu miðlarnar, har Sonja drotning sæst syrgjandi í slotskapellinum, har maður hennara gjøgnum næstan 58 ár liggur á børu. Í morgin verður Harald kongur jarðaður.
Kongshúsið hevur ikki upplýst nær myndirnar eru tiknar.
Á einum kransi er ein persónlig heilsan frá Sonju drotning: “Takk fyri eitt gott lív”, stendur við gyltum stavum á hvíta bandinum.
Fólk í túsundavís hava seinastu dagarnar verið í slotskapellinum fyri at heilsa deyða konginum farvæl, skrivar VG.
Roknað verður við, at um 5.000 fólk hava vitjað um dagin, síðan høvi var at koma í slotskapellið, har kistan hevur staðið seinastu vikuna. Flest vóru leygardagin, tá 6.960 fólk gingu fram við kistuni, og bíðitíðin at sleppa framat var upp til sjey tímar.
(Mynd: Jonas Been Henriksen/NTB/Ritzau Scanpix)
Blómur við standmyndina av Sonju
Í slotslundini aftan fyri kongsborgina stendur ein væl vitjað standmynd av Sonju drotning, og her er hópin av blómum lagdar, sum vísa samkenslu við drogningini og kongshúsinum.
Tað serliga við hesi standmyndini er, at drotningin situr gerandisklødd í gonguklæðum við ryggsekkinum við sína lið, eins og nógv fólk í Noregi kenna drotningina – sum eina, ið dámar at ganga í náttúruni. “Turdronningen” kallast standmyndin, sum myndhøggarin Kirsten Kokkin hevur tilevnað, og sum varð avdúkað 4. juli 2017, tá Sonja drotning fylti 80 ár.
-
(Mynd: Norska kongshúsið)
-
(Mynd: Norska kongshúsið)
-
(Mynd: Norska kongshúsið)
-
(Mynd: Norska kongshúsið)
-
(Mynd: Ole Berg-Rusten/NTB/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald