- Hvussu ætlar landsstýriskvinnan í fíggjarmálum og Aksel V. Johannesen, løgmaður, at telja uppí 17. Eftir arrogansuni at døma skuldi man trúð, at stuðulin aftanfyri fíggjarlógina var eini 18-20 tinglimir. Men hyggur tú eftir veruleikanum, so tykist tað ikki sum at man megnar at telja upp í 17, segði Sonja Jógvansdóttir fyri løtu síðani á tingsins røðarapalli.
- Tað hevði tí klætt toppinum at verið eitt sindur eyðmjúkt, heldur uttanflokkatingkvinnan.
- Sjálv havi eg verið hildin uttanfyri í allar fíggjarlógartilgongdini hóast eg havi hildið mínar avtalur og mangan bjargað samgonguni, hóast hon ikki hevur hildið allar sínar avtalur við meg.
- Mín partur í at finna semju um fíggjarlóg skal ikki liggja eftir. Men tað krevur at samgongan er klár at gera av við barnafátækaradømi. Tað er minsta mark, segði Sonja Jógvansdóttir.
- Kanska løgmaður hevur mist telefonnummarið hjá mær burtur, helt Sonja Jógvansdóttir fyri.
Sjálvstýri var við til at leggja uppskotið fyri 2018 fram í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald