Innanlands

Sonja Jógvansdóttir stillar ikki upp aftur

Avgerðin um ikki at stilla upp til næsta løgtingsval er persónlig og av privatum orsøkum, sigur hon

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2019-07-12 19:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sonja Jógvansdóttir hevur gjørt av ikki at stilla upp til komandi løgtingsval. Hesum boðar hon frá í dagføring á Facebook í kvøld.

- Vit politikkarar fáa 4. hvørt ár møguleika at endurskoða og umhugsa okkara støðu, og eg havi brúkt seinastu tíðina at hugsa meg væl um, og eri komin til ta niðurstøðu, at eg ikki stilli upp aftur til løgtingið, nú val verður aftur, sigur hon.

- Avgerðin um ikki at stilla upp er persónlig og av privatum orsøkum. Eg vil fegin hava meira tíð og orku til míni nærmastu, og gleði meg at fara til verka í fakfelagsrørsluni, sum er mítt næsta heim.

- Eg fari framvegis at stríðast fyri einum samfelag, har ongi børn liva í fátækradømi, har minnilutabólkar fáa javnbjóðis rættindi, har øll hava tak yvir høvdið, og at vit eru eitt samfelag fyri tey, sum allarmest hava brúk fyri tí. Tað verður bara ikki í løgtinginum, sigur hon.

Sonja Jógvansdóttir varð vald á løgtingið fyri Javnaðarflokkin í september 2015. Hon fekk tá 1021 persónligar atkvøður, sum varð triðflest av øllum. Bert Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal fingu fleiri persónligar atkvøður ta árið.

Men longu 16. september 2015, boðaði Sonja Jógvansdóttir frá, at hon var farin úr Javnaðarflokkinum, og hevur hon verið uttanflokkatingkvinna seinastu fýra árini.

Í februar varð boðað frá, at Sonja Jógvansdóttir varð vorðin limur í Eysturoyar Tjóðveldisfelag, og royndi hon eisini at sleppa uppí tingbólkin hjá Tjóðveldi, men hetta eydnaðist ikki, men til fólkatingsvalið í juni var hon tó við á tjóðveldislistanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder