Innanlands

Sonni Óli Djurhuus nýggjur kommunustjóri í Klaksvík

Sonni er 51 ár og hevur drúgvar leiðslu- og stjóraroyndir innan bæði privata og almenna geiran – Hann byrjar í starvinum 1. februar

2025-11-26 12:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Klaksvíkar kommuna hevur sett Sonna Óla Djurhuus í starv sum kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu.

Sonni er útbúgvin lærari í 2003. Hann hevur tikið eina BED í pedagogiskari leiðslu á Fróðskaparsetur Føroya í 2020. Harumframt hevur hann aðrar viðkomandi útbúgvingar.

Sonni er 51 ár og hevur drúgvar leiðslu- og stjóraroyndir innan bæði privata og almenna geiran.

Hann hevur verið handils- og deildarleiðari í handilsvinnuni, og hevur í fleiri umførum verið skúlastjóri. M.a. stóð hann fyri at leggja saman tríggjar skúlar, til tað vit í dag kenna sum Skúlan við Streymin í tíðarskeiðinum 2016 til 2023.

Síðani 1. apríl 2023 hevur Sonni verið stápsleiðari í sjúkrahúsverkinum.

Sonni sigur sjálvur:

– Eg fari komandi tíðina at seta meg inni í viðurskiftini í kommununi og tosa við politikkarar, leiðarar og starvsfólk bæði í fyrisitingini og á stovnum í kommununi, síðani fara vit saman at seta á skrá, hvat vit raðfesta at arbeiða við komandi fimm árini.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at Sonni tekur við starvinum 1. februar 2026.

Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder