Í Brasil, sum er tað landið í Suðuramerika, sum er harðast rakt av koronasmittuni, er deyðstalið nú farið uppum 10.000.
Heilt nágreiniligt er talan um 10.627 fólk, sum eru deyð við COVID-19 í landinum, vísa tøl frá brasilska heilsumálaráðnum. Landsins kongress hevur tikið avgerð um, at landasorg skal vera í tríggjar dagar.
Fleiri enn 155.000 smittutilburðir eru staðfestir í Brasil, men summir serfrøðingar meta, at veruliga talið á smittaðum kann vera upp til 15-20 ferðir hægri, av tí at Brasil ikki hevur kannað ein stóran part av fólkinum.
Í Statinum Sao Paulo, ið hevur 46 mió. íbúgvar, eru fleiri enn 44.000 tilburðir skrásettir, og fleiri enn 3.600 eru deyð. Í grannastatinum, Rio de Janeiro, ið hevur 16 mió. íbúgvar, eru fleiri enn 1.600 deyð. Smærri statir sum Ceara, Pernambuco og Amazonas hava skrásett uml. 1000 andlát hvør.
Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro, er komin við fleiri atfinningum móti teimum tiltøkunum, sum fleiri statir hava sett í verk. Hann heldur, at tiltøkini oyðileggja búskapin í landinum. Hann hevur eisini fleiri ferðir noktað at hildið tilmælini um frástøðu, og hevur kallað smittuna fyri "eitt forkølilsi".
Hóast hetta hava guvernørar í Sao Paulo og Rio de Janeiro tikið avgerð um at leingja tiltøkini til síðst í mai.
–––
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald